Íbúð í Bulgaria

Íbúð í Bulgaria Leiga 3 kamars íbúð í Sveti Vlas í Bulgaria. Alskyns hentleikar Leiga 3 kamars íbúð í Sveti Vlas. Sveti Vlas er ein hugnaligur býur beint uttanfyri Sunny Beach.

Her eru allir møguleikar fyri eini góðari feriu, bæði til børn, ung, vaksin og eldri. Prísir fyri at leiga íbúðina eru 7.000 kr um vikuna í háárstíð(vika 26-33), og 4.000 kr í lágárstíð(19-25 og 34-42). Avsláttur um leiga verður fleiri samanhangandi vikur.

04/08/2026
Njót summarið eitt sindur longur - leiga íbúð við Svartahavsstrondina í BulgariaHeldur tú, at summarið er av og endaði o...
04/08/2026

Njót summarið eitt sindur longur - leiga íbúð við Svartahavsstrondina í Bulgaria

Heldur tú, at summarið er av og endaði ov tíðliga? So er tíbetur ikki ov seint at sleppa undan føroyska veðrinum og í staðin njóta sólina í Bulgaria. Seinastu vikurnar í august og fyrstu vikurnar í september er framvegis lýtt og gott veður við Svartahavsstrondina.

Til ber at leiga okkara væl útgjørdu íbúð í Bulgaria, sum hóskar væl til eina størri familju ella fleiri vinarpør. Íbúðin hevur trý kømur, tvey baðirúm, stóra stovu við køki og egna altan. Pláss er væl fyri seks fólkum í íbúðini.

So droymir tú um at fáa nakrar eyka summardagar við sól og hita, er hetta rætta løtan.

Íbúðin er tøk frá 22. august og í september, og tú kann t.d. ferðast úr Keypmannahavn við Norwegian beinleiðis til Burgas 22. august og heim aftur 29. august ella 5. september.

Tað eru einans 35 min. at koyra av flogvøllinum til íbúðina við Svartahavið.

Til ber at svala sær á í mongu svimjihyljunum ella á strondini, ið hoyrir til hotelløkið, har tað eisini eru fleiri matstovur og barrir - eitt nú fiskamatstova og italiensk matstova.

Um hetta hevur áhuga, kunnu tit skriva á Messenger og seta tykkum í samband við okkum fyri meira kunning um íbúðina og tøkar dagar. ☀️🏖️🌊

Address

Sveti Vlas

Telephone

+298224062

Website

Alerts

Be the first to know and let us send you an email when Íbúð í Bulgaria posts news and promotions. Your email address will not be used for any other purpose, and you can unsubscribe at any time.

Contact The Hotel

Send a message to Íbúð í Bulgaria:

Shortcuts

Share

Category